Sí myndirnar: Her eru mjørkamyndir frá lesarunum

Sí myndirnar: Her eru mjørkamyndir frá lesarunum
Í seinastu viku sóknaðust vit eftir mjørkamyndum frá okkara lesarum. Her eru nakrar av myndunum, vit hava fingið
Her er ein av mjørkamyndunum, kvf.fo hevur fingið sendandi. Sí fleiri myndir í greinini, har tú eisini kanst senda okkum tínar myndir
Mynd: Turið Vestergaard í Dali

20.08.2014 - 22:00

Sól, mjørki, sól og mjørki. Summarið hevur verið heitt, og mjørki hevur verið at sæð kring oyggjarnar alt summar. Í seinastu viku heittu vit á á lesararnar hjá kvf.fo um at senda okkum mjørkamyndir.

Niðanfyri eru nakrar av myndunum, vit hava fingið sendandi frá okkara lesarum. Send okkum tínar mjørkamyndir til netvarp@kvf.fo, merk teldupostin "Mjørkamyndir."

Myndin er tikin í Sundalagnum, Nólsoy kagar undan til høgru í myndini. Ein av teimum vakrastu morgnunum, eg havi upplivað, skrivar Óluva (Mynd: Óluva R. Eidesgaard)

Sól innast í Trongisvági, meðan Tvøroyri er huldur í mjørka (Mynd: Turið Vestergaard í Dali)

Trongisvágur á kvøldi; mjørkin lættir og tað er blikalogn (Mynd: Turið Vestergaard í Dali)

Ein kvinna peikar móti Tvøroyri. Froðbiarnakkur, Bárðadrangur og Lítla Dímun kaga undan mjørkanum (Mynd: Turið Vestergaard í Dali)

Ein kvinna í sól og mjørka á veg niðan á Hovstúgvuna at síggja sólsetur (Mynd: Turið Vestergaard í Dali)

Hesa mjørkamyndina tók ein lesari hjá kvf.fo á Oyggjarvegnum tveir dagar áðrenn ólavsøku (Mynd: Jan Macdonald Arnskov)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008