Tríggir ráðharrar í Grønlandi leggja frá sær

Tríggir ráðharrar í Grønlandi leggja frá sær
Grønlendska stjórnin er í tvíningum eftir at tríggir ráðharrar hava boðað frá, at teir leggja frá sær, í kjalarvørrinum í málinum um Aleqa Hammond
Tríggir ráðharrar í Grønlandi leggja nú frá sær, eftir at tað er komið fram, at Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna, brúkti 106.000 krónur hjá landskassanum til at rinda familjuferðir

01.10.2014 - 13:39

Ráðharrarnir Nick Nielsen og Jens-Erik Kirkegaard, úr Siumut, og Steen Lynge, úr Atassut, leggja nú frá sær, skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq, á netinum.

Fráboðanin kemur eftir at tað er komið fram, at Aleqa Hammond, landsstýrisforkvinna, hevur brúkt 106.000 krónur hjá landinum til privat endamál.

SÍ EISINI L... rindaði fyri familjuferð

- Vit hava boðað frá, at vit fara úr stjórnini, tí vit ikku kunnu góðtaka tað, ið er farið fram, siga Nick Nielsen og Jens-Erik Kirkegaard í einum tíðindaskrivi, ið er sent miðlum.

Aleqa Hammond fekk í gjár góðkent ynski sítt um at sleppa í farloyvi meðan málið verður kannað. Tíðindafundur, har meira verður at frætta, verður hildin seinni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Mikudag 8. januar
Morgunlestur mikudagur 8. januar 2025
185731
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896