- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kim Jong-un sæddur alment
Fyri fyrstu ferð í fleiri vikur er Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, sæddur alment. Seinast, hann vísti seg alment, var tíðliga í september, tá hann saman við konuni var til eina konsert í høvuðsstaðnum Pyonyang.
Síðani hevur eingin sæð hann og tað hevur ført til eina rúgvu av gitingum, eitt nú at Kim Jong-un skal vera álvarsliga sjúkur. Men í gjár skrivar ríkistíðindastovan KCNA, at Kim Jong-un hevur vitjað ein granskingarmiðdepil og eitt bústaðarøki.
SÍ EISINI Video: Øll valdu Kim Jong-un
KCNA hevur ikki upplýst nær, norðurkoreanski leiðarin vitjaði hesi støðini, men vanliga skrivar tíðindastovan um slíkar hendingar, dagin eftir at tær hava verið.
Áður hava sjónvarpsmyndir av Kim Jong-un víst, at hann er illa gongdur. Somuleiðis er hann eisini fram farin munandi, síðani hann tók við leiðsluni í landinum í 2011.
Fríggjadagin í farnu viku var stórt og umráðandi hátíðarhald, tá 69 ára stovningardagurin av norðurkoreanska arbeiðaraflokkinum var fagnaður. Tá var Kim Jong-un ikki til staðar, eins og hann heldur ikki hevur verið tað í samband við fundir í tjóðartinginum.
SÍ EISINI Skjóta hvør eftir øðrum
Og tað hevur vakt ans. CNN hevur talt og tað vísir seg, at Kim Jong-un vísti seg alment 24 ferðir í juli, 16 ferðir í august og bara einaferð í september, áðrenn hann eftir øllum at døma eisini vísti seg alment í gjár.
Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Kim Jong-un hevur verið burtur frá almenninginum í eitt longri tíðarskeið.
Í juni 2012, eitt hálvt ár eftir, at hann tók við sum stjórnarleiðari, var hann ikki nevndur við einum orði, tíansheldur var nøkur nýggj mynd av honum at síggja nakrastaðni, áðrenn hann brádliga, ein mánað seinni, aftur var at síggja.