Lánveitarar ongan rætt. Veiðiloyvi er ikki stál

Lánveitarar ongan rætt. Veiðiloyvi er ikki stál
Vørn vísir aftur, at tey, sum fíggja Anitu, hava endurgjaldsrætt, tí veiðiloyvi og fiskiloyvi kunnu ikki veðsetast
Realurin hevur fíggjað Anitu. Missir Anita loyvið at fiska, missir Realurin milliónir, sigur reiðaríið hjá Anitu.
 
16.10.2014 - 07:52

Hvørki Føroya Realkredtittstovnur ella nakar annar lánveitari kann krevja endurgjald frá landsstýrinum, um løgmaður tekur veiðiloyvið frá garnaskipinum Anitu. Teir missa eingi rættindi. 

Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap kunnu veiðiloyvi og fiskiloyvi ikki setast í veð.

Um Realurin hevur fíggjarligan áhuga í málinum um veiðiloyvið hjá Anitu, tí Realurin hevur fíggjað meira enn stálið í Anitu, - tað er sjálvt skipið - er vert, er tað ein ikki viðkomandi rættarligur áhugi.

Einki atlit kann tí lógliga takast til Realin ella annan fíggingarstovn í málinum um veiðiloyvið hjá Anitu.

Lánveitarar missa milliónir 

Tað sigur Vørn í viðmerkingum um hoyringarsvarið hjá reiðaríinum hjá Anitu, sum fekk ætlanarskriv frá løgmanni, har hann segði seg ætla at taka veiðiloyvið frá Anitu.

Orsøkin til júst hesa niðurstøðuna hjá Vørn er, at í hoyringarsvarinum hjá advokatinum hjá smápartafelagnum Seta, verður spurt, um Løgmansskrivstovan hevur spurt Realin, sum hevur veð í Anitu.

Missir Anita síni loyvi at fiska, kann Realurin missa fleiri milliónir krónur, verður sagt í hoyringarsvarinum. Tað kann føra til endurgjaldskrav móti landsstýrinum.

Harafturat er vandi fyri, at ein avgerð um at taka veiðiloyvið frá Anitu fer at skapa fordømi. Tí kann slík avgerðn fáa stóran týdning fyri tey, sum fíggja fiskiskip.

Men hesum vísir Vørn aftur í sínum viðmerkingum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
205299