Steingja ikki fyri Guinea, Sierra Leone og Liberia

Steingja ikki fyri Guinea, Sierra Leone og Liberia
Amerikanski forsetin sigur, at tað er eingin loysn at steingja fyri teimum trimum vesturafrikansku londinum, tí óvissa verður kortini um smittuna
 
17.10.2014 - 13:16

Hvassar atfinningar eru móti stjórnin hjá Obama fyri ikki at gera nóg mikið fyri at forða fyri, at fleiri amerikanarar verða smittaðir við ebola.

Eftir kreppufund í Hvítu húsunum í gjár segði Obama á tíðindafundi, at uppskotið um, hermetiskt at steingja fyri persónum, sum eru úr ringast ebolaraktu londunum í VesturAfrika, Guinea, Liberia og Sierra Leone, fer at geva baksláttur.

Skanna fyri fepur 

Tað er betur at gera fepurskanningar á flogvøllum, og tað verður longu gjørt á fleiri flogvøllum.

- Eg havi einki ímóti innferðarforboði, um tað tryggjar amerikanska fólkið best. Men vit enda møguliga við eini óvissu um, hvør er smittaður, segði Obama.

Oyggjastaturin, Jamaica, hevur longu sett í verk innferðarforboð fyri fólk úr hesum trimum londum.

USA setur samskipara

Tveir amerikanskir sjúrkarøktarfrøðingar, sum vóru við at viðgerða ein liberiskan mann sum hevði e-bola í Texas, eru smittaðar við deyðiligu smittuni.

Funnist hevur verið at handfaringin hjá amerikonskum myndugleikunum, og tí umhugsar forsetin at tilnevna ein persón, sum fær ábyrgd av at handfara og samskipa amerikanska átakið móti e-bola.

Álit á CDC

Atfinningar hava verið vendar móti miðstøðini fyri sjúkeftirlit og fyribyrging í USA, CDC, men Obama segði á tíðindafundinum, at hann hevur fult álit á leiðaranum fyri CDC.

- Vit mugu skilja, at tað er trupult at handfara e-bola. Men vandin fyri at verða smittaður er framvegis øgiliga lítil fyri vanlig fólk, segði Obama.

Í Afrika eru meiri enn 4.500 fólk deyð av sjúkuni, upplýsir heimsheilsustovnurin, WHO.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572