Kringvarpið fekk viðhald í klagu um innlit

Kringvarpið fekk viðhald í klagu um innlit
Løgmansskrivstovan hevur fingið boð frá Løgtingsins umboðsmanni um at viðgera eina umsókn um innlit av nýggjum
 
22.10.2014 - 10:12

Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt klagu um avgerðina hjá løgmansskrivstovuni, at nokta Kringvarpinum innlit í ítøkiligt skjal í málinum viðvíkjandi WTO-gerðarrættarmálinum móti ES.

Umboðsmaðurin metur ikki, at grundgevingin hjá løgmansskrivstovuni at nokta innlit er nøktandi, tí talan var um skjal, sum endurgav samskifti millum myndugleikar innan fyri ríkisfelagsskapin.

Ikki bara nokta

Hinvegin kundi umboðsmaðurin taka undir við grundgevingini um, at talan var um innanhýsis skjal, men helt ikki, at tað var í lagi, at Løgmansskrivstovan ikki hevði mett um, hvørt skjalið innihelt upplýsingar, ið innlit átti at verða givið í sambært innlitslógini.

Umboðsmaðurin heitir tí á løgmansskrivstovuna um at taka málið uppaftur til viðgerðar, og vísir í síni grundgeving á álit hjá donsku nevndini um alment innlit, har tað stendur, at ein almennur myndugleiki ikki BARA eigur at umhugsa, um innlitsumbøn kann noktast.

Løgmansskrivstovan eigur eisini at umhugsa, um nakað forðar fyri, at myndugleikin leysgevur skjølini, HÓAST myndugleikin ikki hevur skyldu til tað.

Út frá hesum eigur løgmansskrivstovan at viðgera málið av nýggjum og boða umboðsmanninum frá síni niðurstøðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809