- Tíðindi, mentan og ítróttur
Persónliga "Mein Kampf" hjá Hitler undir hamaran
Persónliga "Mein Kampf" hjá Hitler undir hamaran
Uppbossølumaðurin væntar at bókin fer fyri umleið 660.000 krónir
Mynd: DailyMail
30.10.2014 - 10:19
Egna avritið av bókini, sum Hitler sjálvur hevði heima í íbúðini í München, varð í 1945 tikin úr íbúðini saman við øðrum lutum hjá Hitler. Hetta skribar DailyMail
Tað var amerikanski hermaðurin Joseph Ben Lieber, sum tók bókina heim við sær.
Bókin er frá 1932, og hildið verður, at hetta er einasta persónliga eintakið hjá Adolf Hitler av "Mein Kampf." Innanfyri á permuni, er innsiglið hjá Adolf Hitler.
Tað var í 1925 at týski ríkisleiðarin, Adolf Hitler gav út bókina "Mein Kampf"
Uppboðssølumaðurin, Craig Gottlieb, sum hevur selt fleiri persónligar lutir hjá Hitler, væntar at bókin kann fara fyri umleið 660.000 krónir
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV