Boko Haram vil ikki leyslata 200 skúlagentur

Boko Haram vil ikki leyslata 200 skúlagentur
Tær hava konverterað til islam, eru giftar monnum og eru nú í hjúnarlagsliga heimi sínum, sigur leiðarin fyri Boko Haram
 
01.11.2014 - 17:28

Islamski uppreistrarbólkuin, Boko Haram, í Nigeria, noktar fyri at geva leysar 200 burturfluttar skúlagentur.

Nigeriski herurin hevur annars boðað frá, at avtalan var fingin í lag við uppreistrarbólkin, um at lata genturnar leysar.

Nú  vendist ikki við

Leiðarin fyri Boko Haram, Abubakar Shekau, sigur, at tað kemur ikki upp á tal at lata genturnar fara, tí tær hava konverterað til islam, eru giftar monnum og eru nú í hjúnarlagsliga heimi sínum.

- Málið um genturnar eru farið, tí eg havi fyri langari tíð gift tær burtur. Í hesum krígnum kanst tú ikki broyta fortíðina, sigur leiðarin, Abubakar Shekau við AP-tíðindastovuna.

Eingin avtala

Hann vísur eisini aftur tíðindunum um, at Boko Haram hevur gjørt avtalu við nigerisku stjórnina um vápnahvíld.

- Vit hava onga avtalum um vápnahvíld við nakran. Vit hava ikki samráðst við nakran, so tað er lygn. Og vit vilja heldur ikki samráðast, tí hvør er meiningin við tí? Allah sigur, at tað skulu vit ikki, sigur Abubakar Shekau í eini sjónbandaðari fráboðan, sum millum annað BBC hevur sent.

Vápnahvíld

Í farna mánaði upplýsti Nigeriski verjuovastin, Alex Badeh, at Boko Haram hevði góðtikið vápnahvíld, og at genturnar skulu latast leysar.

Tilsamans 276 gentur vórðu í aprílmánaði burturfluttar úr einum skúla har norðuri í Nigeria.

Seinni eydnaðist nøkrum gentum at flýggja frá burturflytarunum, men Boko Haram heldur framvegis aftur 219 nigeriskar skúlagentur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290