Maður handtikin eftir at hava skotið millum hús

Maður handtikin eftir at hava skotið millum hús
Maðurin varð handtikin í einum sethúsum í Norðoyggjum um 22-tíðina í kvøld
 
07.11.2014 - 22:10

Tað váttar Andras Marr Poulsen, varapolitiinspektørur. 

Maðurin, sum er um 50 ára aldur, var komin á vitjan, og hevði fingið upp í høvdið.

Brádliga tók hann fram eina høglbyrsu og fór at skjóta út gjøgnum vindeyga. 

Maðurin, sum býr í húsinum, tók til rýmingar. Løgreglan varð boðsend um 20-tíðina í kvøld.

Húsini vórðu kringsett, og rópt varð á mannin um at geva seg upp í hendurnar á løgregluni.

Klokkan 22.06 yvirgav maðurin seg og varð handtikin. 

Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952