Enn ein gísli avrættaður

Enn ein gísli avrættaður
Hetta er tað ringasta, nøkrum kann vera fyri, skrivaði Peter Kassig heim til til foreldrini í amerikanska statinum Indiana.
Mynd: Savnsmynd  
 
16.11.2014 - 13:08


Islamski staturin hevur avrættað enn ein gísla.

Hesaferð er tað 26 ára gamli amerikanarin Peter Kassig, ið sæst vera avrættaður. Amerikanskir myndugleikar hava tó enn ikki váttað, at myndirnar eru av Peter Kassig, ið arbeiddi fyri ein amerikanskan hjálparbólk.

Amerikanarin var í Irak sum hermaður, men tók seinni útbúgving innan fyrstuhjálp og fór í 2012 til Libanon at arbeiða á lasarettum, hagar sýrisk flóttafólk komu.

Seinni sama ár stovnaði hann sjálvur ein hjálparbólk, sum arbeiðir í Turkalandi nærhendis markinum til Sýria og veitir flóttafólki neyðsynjavørur og viðgerð og lærir tey fyrstuhjálp.

Tað ringasta nøkrum kann vera fyri

Á eini ferð til Eystursýria fyri hjálparfelagsskapin var Peter Kassig tikin í oktober mánað í fjør. Sum fangi gjørdist hann muslimur og tók navnið Abdul- Rahman.

- Doyggi eg, finni eg í hvussu er ugga í, at eg fór út higar at minka um líðingarnar og hjálpa teimum, sum vóru í neyð, skrivaði Peter Kassig í einum brævi, sum loyniliga varð sent foreldrunum.

Kent er, at islamistarnir serliga fara illa við amerikansku gíðslunum, og síðsta mánað almannakunngjørdu foreldrini burtur úr brævinum, ið sonurin hevði skrivað heim til Indiana. Har sigur Peer Kassig frá støðuni hjá sær sum gíðsli hjá Islamska statinum.

- Hetta er tað ringasta, nakar kann fara ígjøgnum. Trýstið og óttin er øgiligur, skrivaði hann.

- Teir siga við okkum, at tit ikki longur vilja kennast við okkum, men sjálvsagt vita vit, at tit gera alt tit kunnu og meira aftrat, skivar sonurin til foreldrini.

- Ikki stúra, um eg ikki sleppi burtur úr hesum. Eg geri mær ongar hugsanir um annað enn tað, ið eg veit er satt, at tit bæði elska meg meira enn máni og stjørnur duga at siga frá, skrivaði sonurin.

Islamski staturin hevur fleiri gíslar, og nakrir eru tiknir av døgum. Í síðsta mánað varð onglendingin Alan Henning av døgum, og tá søgdu drápamenn hansara, at Peter Kassig fór at vera tann næsti.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610