Málið um innbrotið í Teldutænastuni uppklárað

Málið um innbrotið í Teldutænastuni uppklárað
Tveir persónar hava játtað, at teir hava brotið inn í Teldutænastuna fríggjanáttina, boðar løgeglan frá.
 
22.11.2014 - 16:44

Eftirlýsingin, sum politiið sendi út í gjár í samband við innbrotið í Teldutænastuni fríggjanáttina, hevur eftir øllum at døma riggað.

Við góðari hjálp frá borgarum, handtók politiið í nátt tveir persónar, sum høvdu framt innbrotið í Teldutænastuna fríggjanáttina, skrivar politiið í tíðindaskrivi.

Sambært politinum hava báðir persónarnir nú játtað seg sekar í skuldsetingini.

- Persónarnir vórðu handtiknir á bústaðnum hjá tí eina, og undir húsarannsóknini aftaná fann politiið flestu lutirnar frá innbrotinum. Tað er ikki endaliga uppgjørt, hvat virðið á stolnu lutunum er, skrivar politiið.

- Politiið metir málið at vera upplárað, og vil senda ein stóra tøkk til borgararnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375