- Tíðindi, mentan og ítróttur
IA stendur til at vinna valið í Grønlandi
Veljarakanningin hjá grønlendska blaðnum vísir eisini, at smærru flokkarnir fara at hava stóra ávirkan á, hvør skal skipa samgongu eftir valið.
Sambært veljarakanningini fær IA bara ein tingsess afturat men verður størsti flokkur. Flokkurin fær 12 av teimum 31 sessunum í grønlendska landstinginum.
Stóri taparin verður hinvegin Siumut, sum er flokkurin hjá fyrrverandi landsstýrisforkvinnuni, Alequ Hammond. Siumut missir trý tingfólk og fer úr 14 niður 11 sessir.
Landsstingsval var í Grønlandi í mars í fjør. Eftir tað valið gjørdist Aleqa Hammond landsstýrisforkvinna. Men í heyst kom fram, at hon hevur rindað fyri ferðir og annað hjá sær og familjuni fyri almennan pening. Tí noyddist hon at leggja frá sær. Seinni varð val útskrivað at vera 28. novembur.