Kanna eldsbrunan í mosku í Svøríki jóladag

Kanna eldsbrunan í mosku í Svøríki jóladag
Svenska løgreglan hevur fáar slóðir at elta eftir eldin, sum varð settur á eina mosku í Eskilstuna vestan fyri Stokkhólm í gjár
 
26.12.2014 - 16:47

Svenska løgreglan hevur fáar slóðir at elta eftir eldin, sum varð settur á eina mosku í Eskilstuna vestan fyri Stokkhólm í gjár.

Málið verður viðgjørt sum drápsroynd, og ein sjónarváttur sigur seg hava sæð eitt fólk renna frá moskuni, sum eitt somaliskt felag eigur. 50 fólk vóru í moskuni, tá eldur kom í.

 

Magnus Ranstorp, granskari í yvirgangsmálum á Verjuháskúlanum í Stokkhólmi, sigur, at tað kunnu vera víðgongd á høgraveingi, sum hava sett eld á, men talan kann eisini verða um eitt stríð millum sunni- og shiamuslimar, ella kurdar og sunnimuslimar.

Sambært svenskum miðlum fekk eingin álvarsligan skaða av eldinum í moskuni í Eskilstuna í gjár, men fimm fólk hava verið til viðgerðar.

 

Í meðal hevur verið søkt at moskum í Svøríki eina ferð um mánaðin hetta seinasta árið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006