Eldur í mosku í Skåne

Eldur í mosku í Skåne
Brennandi lutur tveittur inn í moskuna, áðrenn eldurin kyknaði
Eldur í mosku í Esløv, Skåne í Svøríki
Mynd: Patrick Persson  
 
29.12.2014 - 10:08

Í nátt var aftur eldur í eini mosku í Svøríki, hesaferð í Esløv í Skåne, og nógv bendir á, at hann var ásettur, sigur løgreglan.

Einki fólk hevur fingið skaða, og enn er ógreitt, um nakar hevur sæð, hvi eldurin kyknaði. 

Moskan er í einum kjallarahøli í útriðuni av Esløv. Í heyst hava fleiri herverk verið framd á moskuna.

Hósdagin varð eldur settur á eina mosku í Eskilstuna í Svøríki, og fimm fólk fingu skaða. Sambært einum sjónarvátti varð ein brennandi lutur tveittur inn í moskuna, áðrenn eldurin kyknaði.

Nógv fólk var í moskuni, tá eldurin kyknaði, men løgreglan hevur fáar slóðir at elta í málinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086