Nýtt rættarmál móti al-Jazeera journalistum

Nýtt rættarmál móti al-Jazeera journalistum
- Vit gjørdu einki annað enn at siga frá tí, sum hendi undir ófriðinum, tá forsetin varð frákoyrdur, siga tiðindamenninir.
Mynd: Savnsmynd  
 
01.01.2015 - 11:30


Hægsti rættur í Egyptalandi hevur avgjørt, at rættarmálið móti trimum journalistum hjá sjónvarpsrásini al-Jazeera skal ganga umaftur. Ein teirra er avstralski Peter Greste, ið framman undan arbeiddi fyri bretska kringvarpið BBC.

Al-Jazeera journalistarnir vórðu handtiknir í desember mánað 2013 - skuldsettir fyri at hava borið rong tíðindi og fyri at hava veitt einum bannaðum felagsskapi stuðul. Talan er um Muslimska brøðralagið, flokkin hjá frákoyrda forsetanum Mohammed Morsi, sum herurin setti frá valdinum.

Tá dómur fall í juni mánað fingu Peter Greste og Mohamed Fahmy sjey ára fongsul hvør og Baher Mohamed fekk tíggju ára fongsul.

Dómurin ber álvarslig brek

Journalistarnir hjá al-Jazeera hava alla tíðina hildið fast um, at tað einasta teir hava gjørt er at siga frá tí, sum hendi kring forsetaskiftið og frá tí ófriði, sum var millum viðhaldsfólk og mótstøðufólk hjá Muslimska brøðralagnum.

Verjarnir siga, at ákæruvaldið nú hevur viðurkent, at dómurin ber álvarslig brek. Eitt nýtt rættarmál fer at verða hildið innan ein mánað, men hesa tíðina verða teir tríggur journalistarnir sitandi í varðhaldi.

Sjónvarpsrásin Al-Jazeera hevur hinvegin heitt á egyptisku myndugleikarnar um at lata journalistarnar leysar sum skjótast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155