Annar japanski gíslin skal vera tikin av døgum

Annar japanski gíslin skal vera tikin av døgum
Japanska stjórnin roynir at staðfesta, um videomyndir eru eftirfarandi.
Mynd: Savnsmynd  
 
24.01.2015 - 16:26


Japanska stjórnin kannar nú, um ein islamski staturin hevur avrættað ein japanskan gísla.

Islamski staturin hevur tveir japanskar gíslar, og hevur roynt at fingið 1,3 milliardir krónur fyri at lata teir leysar, men japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, hevur hvassorðaður sagt, at japanska stjórnin fer ikki at boyggja seg fyri kravinum.

Nú verður so roynt at fáa staðfest, um tað er rætt, at annar av japansku gíslunum,  Haruna Yukawa, er hálshøgdur.

Krevja at Jordan letur kvinnu leysa

Sjálvt drápið verður ikki víst, men á eini videoupptøku heldur hin gíslin, Kenji Goto Jogo, á eini fotomynd av hálshøgda landsmanninum og sigur, at eisini hann fer at doyggja, um kravið hjá islamska statinum ikki verður eftirlíkað.

Og kravið er nú, at Jordan skal lata eina irakiska kvinnu, Sajida al-Rishawi, leysa. Hon varð handtikin, tá al Qaeda í 2005 framdi bumbuálop á eitt hotel í Amman og 38 fólk doyðu.

Sajida al-Rishawi er dømd til deyða í Jordan, men avrættingin er útsett, tí hon hevur kært dómin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035