Svarti kassin nú funnin

Svarti kassin nú funnin
DAGFØRING: Seinastu tíðindini um niðurdottna TransAsia flogfarið siga, at nú er svarti kassin funnin, og at hann nú verður kannaður
Svarti kassin funnin
Mynd: The Telegraph  
 
04.02.2015 - 14:14

Umleið 30 persónar eru ikki komnir afturíaftur ella sita framvegis innstongd í vraklutum frá flogfarinum, sum tíðliga í morgun datt niður í Teivan.

Higartil eru í minsta lagi 21 fólk funnin deyð.

Leiðarin fyri bjargingarliðnum á staðnum sigur, at í løtuni er hann ikki bjartskygdur. - Tey, sum hava sitið fremst í flogfarinum hava helst latið lív, sigur Wu Jun-hong við blaðið The Guardian.

TransAsia-flogfarið fór úr lufthavinini í høvuðsstaðnum, Taipei, við kós móti Kinmen-oynni, tá tað brádliga fall í hæddini og datt niður í eina á.

Tilsamans 58 fólk vóru við flogfarinum, og bjargingalið stríðast við at bjarga teimum, sum framvegis eru á lívi úr flogfarinum. 

Stjórin fyri TransAsia, Peter Chen, hevur biðið um umbering fyri vanlukkuna og vissar um, at felagið fer at hjálpa offrum og avvarandi. 

Teivanski verjumálaráðharrin sigur við The Guardian, at 165 bjargingarfólk og átta bátar hjálpa til í bjargingini. 

Sonevndi Svarti Kassin er longu funnin. 

Meginparturin av ferðafólkunum vóru kinesisk ferðafólk, - millum annað tvey børn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552