- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir tiknir fyri yvirgang
Løgreglan heldur, at teir báðir menninir útvegaðu vápnini, sum vórðu nýtt í atsóknunum. Báðir menninir eru í løtuni til grundlógaravhoyring í rættinum, sum er fyri afturlatnum hurðum.
Greinin heldur fram niðanfyri
BREAKING: Danish police: 2 men arrested on suspicion of helping suspect in Copenhagen terror attacks.
— The Associated Press (@AP) February 16, 2015
Menninir vórðu tiknir í gjár, og báðir nokta seg sekar í skuldsetingunum. Løgreglan hevur higartil sagt, at 22 ára gamli Omar Abdel Hamid El-Hussein var einsamallur um atsóknirnar í Keypmannahavn um vikuskiftið, sum kravdu tvey mannalív.
Løgreglan skeyt gerningsmannin nærindis jarnbreytarstøðini á Norðurbrúgv gjárnáttina, tá hann eftir øllum at døma var á veg til hús.
Gerningsmaðurin júst sloppin úr fongsli
Maðurin, sum drap tvey fólk í Keypmannahavn seinnapartin leygardagin og tíðliga sunnunáttina, var 22 ára gamal, og hann var føddur í Danmark, upplýsir løgreglan í Keypmannahavn. Hann verður eisini settur í samband við brotsmannalið í danska høvuðsstaðnum.
Greinin heldur fram niðanfyri
22-årig formodet gerningsmand blev løsladt for knivstikkeri for få uger siden, erfarer DR Nyheder. http://t.co/PjUcJifUVl
— DR Nyheder Breaking (@DRBreaking) February 15, 2015
22 ára gamli maðurin, sum løgreglan er sannførd um framdi atsóknirnar, varð latin leysur úr fongsli fyri umleið 14 døgum síðani, eftir at hava sitið ein dóm fyri grovan harðskap.
Løgreglan hevur funnið klæðir og eitt sjálvvirkandi vápn, sum maðurin nýtti, tá hann skeyt inn í mentanarhúsið Krudttønden á Østerbro leygardagin.
Dagførd 14:16: Teir báðir menninir, ið vórðu tiknir, eru fongslaðir í 10 dagar eftir grundlógaravhoyringina í morgun, skrivar heimasíðan hjá DR.