- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kurdar gevast við vápnaða stríðnum fyri sjálvstýri
Fongslaði kurdiski leiðarin, Abdullah Ocalan, heitir á politisku viðhaldsfólk síni um at gevast við vápnaða stríðnum fyri einum sjálvstøðugum kurdiskum heimlandi í Turkalandi.
Boðini las kurdiski tjóðartingslimurin, Sirri Sureyya Onder, í turkiska sjónvarpinum.
Abdullah Ocalan sigur í boðunum, at hann vil hava eina søguliga avgerð um at røkka málinum um sjálvstýri við eini demokratiskari loysn, sum hann málber seg.
Kurdiski leiðarin heitti á flokk sín, kurdiska arbeiðaraflokkin PKK, um at taka støðu á flokksfundinum í vár og boða frá, at vápnaða stríðið er endað.
Abdullah Ocalan hevur sitið í fongsli í Turkalandi síðani 1999 við einum lívstíðar-dómi fyri landasvik.
- Vit eru farin undir tiltakið at fáa enda á 30 ára vápnaða stríðnum, at fáa í lag varandi frið og røkka málinum við demokratiskum loysnum, sigur Abdullah Ocalan í boðskapi sínum
Hóast kurdiski flokksleiðarin situr í fongsli, hevur hann framvegis ávirkan á hernaðarleiðsluna í PKK, og boð hansara verða ofta fylgd.
Í 2013, til dømis, boðaði Abdullah Ocalan frá vápnahvíld, og hon heldur, um enn álitið er lítið partanna millum.
Meira enn 40.000 fólk eru deyð í vápnaða stríðnum fyri kurdiskum sjálvstýri í landsynningspartinum av Turkalandi.
Har hava kurdar verið í hørðum bardøgum ímóti islamska statinum, og tað hevur ivaleyst havt góða ávirkan á støðuna millum kurdar og turkar.