Eitt ár aftaná: MH370 framvegis ein gáta

Eitt ár aftaná: MH370 framvegis ein gáta
Malaisisku myndugleikarnir kunngera í dag eina frágreiðing um MH370 flogfarið, ið hvarv sum døgg fyri sólini 8. mars 2014. Leitingin steðgar ikki
Battaríið í tí eina svarta kassanum á MH370 flogfarinum, ið hvarv 8. mars 2014, riggaði ikki tá flogfarið hvarv, sambært nýggjari frágreiðing, ið kemur í dag
Mynd: AP  
 
08.03.2015 - 09:20

Hóast tað í dag er júst eitt ár liðið síðan MH370 flogfarið hjá Malaysia Airlines hvarv á veg frá Kuala Lumpur til Beijing, er tað framvegis ein gáta, hvar varð av flogfarinum.

Fleiri gitingar hava verið frammi síðan 8. mars 2014. Talan er bert um gitingar, tí enn er einki ítøkiligt komið fram, ið kann beina bjargingarfólkini á vrakið av MH370 hjá Malaysia Airlines.

Nýggj frágreiðing kemur í dag

Myndugleikarnir í Malaisia kunngera í dag, á ársdegnum fyri at flogfarið hvarv, eina nýggja frágreiðing. Í frágreiðingini kemur fram, at battarí í tí eina svarta kassanum ikki riggaði, tá flogfarið hvarv.

Greinin heldur fram niðanfyri

Hóast talan er um eina nýggja frágreiðing, er hóast alt avmarkað, hvussu nógv nýtt er í frágreiðingini, skriva útlendskir miðlar. Leitingin eftir flogfarinum heldur tó fram, sambært frágreiðingini.

Avvarðandi harta myndugleikarnar

Avvarðandi hjá ferðafólkunum, ið vóru við á flogferðini úr Kuala Lumpur í Malaisia til Beijing í Kina, krevja, at myndugleikarnir í Malaisia geva teimum svar uppá mongu spurningarnar, tey hava.

Tey avvarðandi hava hetta seinasta árið í fleiri umførum funnist at myndugleikunum í Malaisia. Millum annað tí myndugleikarnir ikki løgdu nóg mikið fyri fyrstu dagarnar eftir at flogfarið hvarv.

Høvdu myndugleikarnir sett neyðugu arbeiðsorkuna inn beinanvegin, høvdu møguleikarnir, fyri at flogfarið varð funnið, verið størri, siga tey avvarðandi. 239 fólk vóru við MH370, tá flogfarið hvarv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417