Johan Dahl kunnað seg um flóttafólk í Íslandi

Johan Dahl kunnað seg um flóttafólk í Íslandi
- Vit eiga at umhugsa málið sera væl, áðrenn avgjørt verður at taka ímóti flóttafólkum, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum
 
11.03.2015 - 14:29

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur verið í Íslandi og kunnað seg um íslendsku royndirnar við útlendingamálum, serliga integrasjón av útlendingum, og um flóttafólk. 

 Ísland hevur í mong ár tikið ímóti kvotaflóttafólkum. Hetta eru flóttafólk, sum Ísland ger avtalu við ST um at taka ímóti. Ofta eru hetta flóttafólk, sum einki land hava at fara aftur til. Í løtuni tekur Ísland ímóti umleið 10 kvotaflóttafólkum annað hvørt ár. Serliga eru tað einligar mammur, ið ofta hava fleiri børn, sum Ísland tekur ímóti.

Nógv vaksið

Talið á teimum, ið biðja um friðskjól í Íslandi, er vaksið nógv seinnu árini. Í 2009 søktu 35 fólk um friðskjól Íslandi. Í 2014 var talið 175. Í ár verður roknað við, at umleið 216 fara at biðja um friðskjól.

Flóttafólkini koma serliga úr Russlandi, Ukraina, Albania, Irak, Nigeria og Sýria.

Útlendingamál kosta íslendska statinum millum 70 og 100 mió. danskar krónur at umsita um árið. Sannlíkt er, at hetta tal fer at økjast munandi, heldur forsøgnin um, fleiri fara at biðja um friðskjól Íslandi. 

Reyði Krossur virknan leiklut

Á ferðini í Íslandi hitti Johan Dahl eisini íslendska Reyða Kross, sum hevur ein serligan virknan leiklut, tá tað ræður um at integrera flóttafólk í Íslandi. Eisini varð vitjað í Keflavíkar kommunu, sum hevur tikið ímóti nógvum flóttafólkum seinni árini. Har hitti landsstýrismaðurin eisini flótta, sum greiddi frá sínum royndum sum flóttafólk í Íslandi.

Íslendingar leggja serliga stóran dent á, at tað er sera týdningarmikið alla tíðina at hava breiða politiska undirtøku fyri útlendingapolitikkinum.

​Viðbrekið mál

- Ferðin hevur tí sannført meg enn meira um, at hetta er eitt sera viðbrekið og torgreitt øki at arbeiða við, og tí eiga vit at umhugsa málið sera væl, áðrenn vit taka nakra avgerð um at taka ímóti flóttafólkum, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, við heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870