Hvør norðmaður eigur 1,355 milj.kr úr vøggu í grøv

Hvør norðmaður eigur 1,355 milj.kr úr vøggu í grøv
Norski oljugrunnurin er nú farin uppum 7.000 milliardir kr., og stóri spurningurin er, hvussu nógv polittikararnir eiga at brúka úr Oljugrunninum
 
17.03.2015 - 08:50

Vanligt hevur verið, at politikararnir hava avgjørt at nýta upp í fýra prosent av pengunum, men nú upphæddin er so stór, so vænta eygleiðarar ikki, at sitandi stjórnin fer at nýta meir enn 2,5 prosent av pengunum í grunninum.

Roknað verður ikki við, at oljugrunnurin fer at vaksa so skjótt í framtíðini, tí rentan er lág og oljuprísurin er lágur.

Íløgur í 75  londum

Norski oljugrunnurin hevur gjørt íløgur í 9.000 fyritøkur í 75 londum.

Í Europa eigur norski oljugrunnurin 2,4 prosent av øllum feløgum sum eru skrásett í keypsskálunum, og 1,3 prosent av øllum feløgum í heiminum, sum eru skrásett.

Norðmenn eru ernir av oljugrunninum, og norska kringvarpið, NRK, skrivar, at tað sum norðmenn eiga í oljugrunninum er tvær og eina hálva ferð meira enn samlaða skuldin hjá Grikkalandi.

11.000 miljardir kr. aftrat í ár

Norðmenn gera hvørt ár upp, hvussu nógv finst av olju og gassi í norskum øki, og hvussu stórur partur av tí skal í oljugrunnin. 

Metingarnar fyri í ár, vísa, at talan er um 4.000 milliardir kr. aftrat, sum skulu í oljugrunnin, so samlaða upphæddin í norska oljugrunninum kann koma upp í 11.000 milliardir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533