Í Fraklandi er lokalval í dag

Í Fraklandi er lokalval í dag
Í Fraklandi er lokalval til amtráðini, og sambært veljarakanningum, so fer høgravíðgondi flokkurin Front Nationale at fáa 30 prosent av atkvøðunum
Lokalvalini kunnu styrkja støðuna hjá Marine Le Penn, forkvinnu í Front Nationale, í kappingini um at gerast forseti í Fraklandi.
Mynd: Politiken  
 
22.03.2015 - 13:36

Lokalvalini í Fraklandi eru í dag og 29 mars, skrivar Politiken. Valevnini, ið fáa bestu úrslitini, fara víðari til annað valumfar.

Sambært veljarakanningum, so fáa socialistarnir stóra afturgongd. Sosialistarnir sita við valdinum í 58 av 101 amtum.

Valið er tað fyrsta síðan atsóknina móti Charlie Hebdo í januar.

Forsetaval skal vera í Fraklandi í 2017, og mett verður, at eitt gott valúrslit í dag, fer at styrkja støðuna hjá Marine Le Penn, forkvinnu í Front Nationale, í kappingini um at gerast forseti í Fraklandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155