Skjótt kanst tú lesa hetta á netinum

Skjótt kanst tú lesa hetta á netinum
Arbeiðið at talgilda føroysku bløðini er komið so mikið langt, at bløðini nú fara at kunna lesast á netinum. 17 bløð eru í talgilda savninum
Mikudagin letur nýggja, talgilda blaðsavnið upp á netinum, har tú kanst lesa 17 føroysk bløð
Mynd: Landsbókasavnið  
 
23.03.2015 - 11:52

Nú fer at bera til at lesa føroysku bløðini talgild. Talgildingin av mikrofilmunum av føroysku bløðunum er umsíðir við at vera komin undir land. Mikudagin verður samkoma, har verkætlanin verður alment tikin í nýtslu, sigur Landsbókasavnið.

Í nýggja blaðsavninum eru 17 bløð, heilt frá fyrstu útgávuni av Dimmalætting í 1877 til 1999. Tað vil siga øll tey størru dagbløðini og so nøkur serbløð og lokal- og felagsbløð.

Harumframt verður frá blaðportalinum atgongd til 22 føroysk tíðarrit, sum áður hava ligið úti alment í savninum tidarrit.fo, sum eisini er heitið á nýggja blaðportalinum.

Arbeiðið varð útsett nakrar ferðir

Á portalinum fer millum annað at bera til at leita í savninum og lesa greinir ella tey einstøku bløðini heimanífrá. Verkætlanin at talgilda mikrofilmarnar av føroysku bløðunum byrjaði í 2013, men varð síðan útsett nakrar ferðir.

Í mai 2014 skrivaðu Statsbiblioteket í Århus og Landsbókasavnið undir sáttmála, har Statsbiblioteket, sum hevur mikrofilmarnar á goymslu, átók sær at standa fyri skanningini av filmunum.

Alt tað skannaða tilfarið er síðan lagt inn í blaðportal hjá donsku fyritøkuni Infomedia, sum fyri Landsbókasavnið nú fer at veita almenna atgongd til bløðini umvegis netið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114