- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogfar dottið niður í Alpunum
Flogfarið var á veg úr Barcelona í Spania til Düsseldorf í Týsklandi, skrivar tíðindastovan, AFP, fyri løtu síðani. Talan er um eitt flogfar hjá týska flogfelagnum, Germanwings.
Greinin heldur fram niðanfyri
Germanwings Airbus A320 crashes in French Alps near Digne http://t.co/yNlWbNJmYI
— BBC Breaking News (@BBCBreaking) March 24, 2015
Germanwings er eitt týskt lágprísfelag, ið Lufthansa eigur. Hvørki Germanwings ella Lufthansa hava sent út nakra almenna kunning síðan flogfarið datt niður í morgun.
Greinin heldur fram niðanfyri
... Please monitor our website http://t.co/5mVrxAZ08K for periodic updates.
— Germanwings (@germanwings) March 24, 2015
Á Twitter sigur flogfelagið Germanwings, at felagið fer at koma við nærri kunning á heimasíðuni hjá felagnum, germanwings.com. Í løtuni er heimasíðan kortini óvirkin.
Franski forsetin, Francois Hollande, kom fyri løtu síðani við hesi útsøgnini á tíðindafundi.
Greinin heldur fram niðanfyri
Francois Hollande, franski forsetin, sigur, at mest sannlíkt hava øll ferðafólkini og manningin latið lív í flogvanlukkuni.
Greinin heldur fram niðanfyri
MORE: French President Hollande says no survivors likely in Alpine crash of a jet carrying 148: http://t.co/DV0zYOkbOW
— The Associated Press (@AP) March 24, 2015
Franska innanríkisráðið, sigur, at vraklutir av Germanwings flogfarinum eru funnir í einum øki, ið liggur í 2.000 metra hædd.
Greinin heldur fram niðanfyri
BREAKING: France's Interior Ministry says debris located in Alpine jet crash at 2,000 meters altitude.
— The Associated Press (@AP) March 24, 2015
Flogfarið sendi út neyðarkall 46 minuttir áðrenn tað datt niður, siga fronsku loftferðslumyndugleikarnir, sambært bretska miðlinum, The Independent.
Greinin heldur fram niðanfyri
#BREAKING: #Germanwings Airbus A320 crew sent distress signal before French Alps crash - reports http://t.co/JLDCz6AhFR
— The Independent (@Independent) March 24, 2015
Her er rutan hjá Germanwings flogfarinum, ið var ávegis úr Barcelona til Düsseldorf. Kortið vísir eisini, hvar flogfarið datt niður, sambært BBC á Twitter.
Greinin heldur fram niðanfyri
Map showing the last known position of #AirbusA320, en route from Barcelona to Dusseldorf http://t.co/88OeuznBKk pic.twitter.com/XfooOpZl13
— BBC News Graphics (@BBCNewsGraphics) March 24, 2015
Danska innanríkisráðið upplýsti seinni mikudagin, at ein danskur ríkisborgari var millum tey 144 ferðafólkini, ið vóru við flogfarinum, tá datt niður.
Bjargingararbeiðið verður trupult, orsakað av lendinum, har flogfarið hjá Germanwings datt niður, sigur CNN.
Greinin heldur fram niðanfyri
French police Capt: Because of the terrain, it'll be a difficult site for rescuers to access. http://t.co/A7UOZr42RR pic.twitter.com/7I4ID0GHS5
— CNN (@CNN) March 24, 2015
Fyrr í morgun varð sagt, at 142 ferðafólk vóru við flogfarinum. Germanwings rættaði talið fyri løtu síðan, og sigur nú, at 144 ferðafólk vóru við flogfarinum. Manningin taldi seks fólk.
Es handelt sich um ein Flugzeug vom Typ A320. An Bord waren 144 Passagiere und 6 Crew-Mitglieder. Lufthansa und Germanwings ...
— Germanwings (@germanwings) March 24, 2015
Enn er ikki greitt, hví flogfarið datt niður har suðuri í Fraklandi fyrr í morgun.