Flogskiparin var ikki í stýrihúsinum

Flogskiparin var ikki í stýrihúsinum
Hurðin í stýrihúsinum var læst, og flogskiparin slapp ikki inn í stýrihúsið aftur tá flogfarið datt niður, skrivar The New York Times
Flogskiparin á niðurdotna flogfarinum hjá Germanwings, ið datt niður har suðuri í Alpunum í Fraklandi týsdagin, var ikki í stýrihúsinum, tá flogfarið datt niður. Her er eitt Airbus A320 flogfar hjá felagnum á flogvøllinum í Cologne í Týsklandi
Mynd: AP  
 
26.03.2015 - 07:58

Flogskiparin í flogfarinum hjá Germanwings, sum týsdagin datt niður har suðuri í Frakland við 150 fólkum umborð, var farin úr stýrihúsinum, tá vanlukkan hendi.

Tá flogskiparin skuldi fara aftur í stýrihúsið, var hurðin læst og hann slapp ikki inn. Flogskiparin bankaði fleiri ferðir á dyrnar, men einki svar kom frá stýrimanninum inni í stýrihúsinum.

Flogskiparin royndi eisini at sparka dyrnar upp, men tað eydnaðist ikki. Tað sigur ein kelda sum kannar vanlukkuna við amerikanska blaðið, The New York Times.

Greinin heldur fram niðanfyri

Upplýsingarnar stava frá tí eina svarta kassanum, sum varð funnin stutt eftir vanlukkuna.

- Vit vita framvegis ikki, hví flogskiparin fór úr stýrihúsinum. Vit vita bara, at hin flogskiparin var einsamallur í stýrihúsinum, og hann, sum fór úr stýrihúsinum, royndi at bróta inn aftur stutt áðrenn flogfarið datt niður, sigur keldan við blaðið.

Enn er ógreitt, hví flogskiparin í stýrihúsinum ikki svaraði. Ljóðupptøkurnar geva ongar ábendingar um nakra ósemju millum flogskipararnar, ella hvat tað var, sum hendi í minuttunum undan vanlukkuni.

Tí er orsøkin trupul at greina, sigur keldan. Flogfarið hjá Germanwings var á veg úr Barcelona í Spania til Düsseldorf í Týsklandi, tá vanlukkan hendi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155