Djóralækni: Gev ikki hundinum páskaregg

Djóralækni: Gev ikki hundinum páskaregg
Tú skalt ikki geva hundinum páskaregg, vilt tú hjúkla um hann á páskum. Hundurin kann doyggja, fær hann sjokulátu, ávarar djóralækni
Gev ikki hundinum burtur av páskaregginum á páskum, vilt tú hjúkla um hundin, ávarar djóralækni
Mynd: stock.xchng  
 
03.04.2015 - 14:56

- Tað er eitt evni í sjokulátu, sum sjálvandi eisini er í páskareggi, ið hundar ikki tola, og tí kunnu gerast sjúkir, sigur Sverri Strøm, djóralækni.

Fær hundurin hjá tær sjokulátu á páskum, kann hann gerast illa fyri, og í ringasta føri doyggja av sjokulátuni, hann fær, sigur djóralæknin.

- Sjokuláta er vandamikil fyri hundar. Teir fáa ólag i hjartarútmuna, og í ringasta føri kann hjartað hjá hundinum steðga, sigur Sverri Strøm.

Um hundurin hevur fingið páskaregg

Er tað so óheppið, at hundurin kortini hevur fingið sjokulátu frá einum páskareggi, uttan tú hevur varnast tað, er bert eitt at gera.

- So mugu fólk seta seg í samband við djóralækna. Djóralæknin gevur hundinum okkurt, so hundurin spýr sjokulátuna upp aftur, sigur djóralæknin.

Sjúkutekin hjá hundi, ið hevur fingið sjokulátu, vísa seg eftir 6-12 tímum, sambært heimasíðuni merckmanuals.com, har tú eisini kanst lesa meira.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595