11. hvør sjúkrarøktarfrøðingur tímaløntur

11. hvør sjúkrarøktarfrøðingur tímaløntur
Smá níggju prosent av sjúkrarøktarfrøðingunum, sum starvast í føroyska heilsuverkinum, eru tímaløntir, ið tilsamans eru 30 ársverk
11 hvør sjúkrarøktarfrøðingur í føroyska heilsuverkinum er tímaløntur. Landsstýrismaðurin heldur ikki, talan er um ein trupulleika
 
17.04.2015 - 08:51

Tað sæst í svari frá Karsten Hansen, landsstýrismanni, til Eyðgunn Samuelsen, tingkvinnu. Karsten Hansen svarar, at í fjør vóru tilsamans 342 ársverk í heilsuverkinum.

Av teimum vóru 30 tímalønt, tað svarar til 8,8% av ársverkunum hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Karsten Hansen skrivar tó ikki, hvussu nógvar sjúkrarøktarfrøðingar talan er um, men vísur bert á talið av ársverkum.

Karsten Hansen sigur, at hann ikki dugir at síggja nakran stórvegis trupulleika í, at smá níggju prosent av ársverkunum eru tímalønt.

- At ein lítil partur, smá 9% av sjúkrarøktarfrøðingunum, sum starvast í heilsuverkinum ígjøgnum eitt ár ikki eru í føstum starvi, men fáa tímaløn, er ikki ónatúrligt, sigur Karsten Hansen.

Fyrst og fremst avloysarar, sigur landsstýrismaðurin

- Talan er fyrst og fremst um avloysarar, og avloysarum fer altíð at vera tørvur á, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum í svarinum til løgtingskvinnuna.

Eyðgunn Samuelsen vildi eisini vita, hvør orsøkin er til, at tað tykist vera trupult at fáa fast starv í heilsuverkinum.

Til tað svarar Karsten Hansen, at bert smá níggju prosent av sjúkrarøktarfrøðingunum eru tímalønt, og at tað annars er sera lítil útskifting í hópinum av sjúkrarøktarfrøðingum.

Tekin um at sjúkrarøktarfrøðingar trívast

Lítla útskiftingin má síggjast sum eitt tekin um, at sjúkrarøktarfrøðingar støðast væl í sjúkrahúsverkinum, heldur landsstýrismaðurin.

Samstundis stendur tó eisini, at talið á sjúkrarøktarfrøðistørvum í heilsuverkinum hevur staðið at kalla í stað seinastu árini, tí heilsuverkið í fleiri ár ikki hevur fingið fulla lønarframskriving.

Tað merkir, at eingi nýggj størv koma afturat teimum verandi, og at longri ímillum leysu størvini, skrivar Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum í svarinum til Eyðgunn Samuelsen, tingkvinnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109