Føroyskir læknar uttanlands rópa varskó

Føroyskir læknar uttanlands rópa varskó
Felagið føroyskir læknar uttanlands tala nú eisini at støðuni í føroysa heilsuverkinum. Serlæknar hava ikki neyðugu umstøðurnar, sigur felagið
Felagið hjá føroyskum læknum uttanlands talar nú at støðuni í føroyska heilsuverkinum. Limirnir hava ikki neyðugu umstøðurnar til arbeiðið, sigur felagið millum annað
 
27.04.2015 - 08:34

Í lesarabrævi í Sosialinum um vikuskifti siga læknar uttanlands, at eitt vælvirkandi og nútímans heilsuverk krevur, at politikarar lurta eftir serfrøðini, taka ábyrgd og tora at fremja tær broytingar, sum eru neyðugar - til frama fyri føroyska sjuklingin.

Felagið vísir á, at ein av trupulleikinum í Føroyum er, at serlæknar ikki fáa tíð og umstøður til sína egnu sergrein og tískil ikki fáa veitt sjúklinginum nøktandi og nútímans vigerð. Tí er politisk raðfesting neyðug, sigur felagið.

Eftirlýsa eina langtíðarætlan

- Sjúkrahúsverkið í Føroyum skal kunna bjóðað trygga og fakliga nøktandi viðgerð til allar føryingar. Vit halda, at vit kunnu fáa munandi betri útbýti av fakliga tilfeinginum i Føroyum. Hetta er tó treytað av politiskari raðfesting, skrivar felagið

Felagið eftirlýsir eina langtíðar heildarrætan fyri sjúkrahúsverkið. Felagið vísir eisini á týdningin við undirvísing á sjúkrahúsunum. Tað er eitt treyytaleyst krav fyri framhaldandi at hava yngri læknar undir útbúgving og í útbúgvingarstørvum á Landssjúkrahúsinum, sigur felagið.

Felagið mótmælir, at arbeiðið á sjúkrahúsunum verður skert og skeiklað. Og - sigur felagið - virksemið, sum vit kenna í dag fellur á eitt stig, sum komandi serlæknar ikki kunnu góðtaka.

Tal á sjúkrahúsum ikki avgerandi

Føroyskir læknar uttanlands vísa á, at kjakið í Føroyum ikki longur eigur at snúgva seg um tey trý sjúkrahúsini, útjaðarin mótvegis miðstaðarøkinum.

Heldur eiga vit at kjakast um, hvussu borgarin fær bestu viðgerðina, og hvussu sjúkrahúsverk Føroya kann kann blíva ein vælvirkandi, samansjóða eind, heldur felagið.

Órógv er í heilsuverkinum, og nú fyrrapartin klokkan 10 hevur Læknafelag Føroya kallað til tíðindafund um støðuna í heilsuverkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815