Stjórnin í Kili send til hús

Stjórnin í Kili send til hús
Forsetin í Kili, Michelle Bachelet, hevur gjørt av at senda alla stjórnina til hús
 
07.05.2015 - 16:30

Forsetin hevur nú tríggjar dagar at hugsa seg um í, so verður ein nýggj stjórn skipað.

 

Álitið á forsetan er versnað munandi seinastu tíðina, og fyri at bøta um álitið, ætlar hon at tilnevna nýggjar ráðharrar.

Fleiri gølur seinastu tíðina hava havt við sær, at fólk hava mist álitið á forsetan.

Forsetin viðgongur feilir

Komið er fram, at fleiri polittikarar, serliga úr andstøðuni hava fíggjað valstríðið ólógliga, men forsetin sjálv er komin í andglettin av einum bankaláni, og sølu av einum øki, sum verdóttirin fekk stóran vinning burturúr.
Bachelet hevur tvíhildið um, at hon einki visti um søluna av økinum, men hon viðgekk í gjár, at hon hevur gjørt stór mistøk, m.a. ikki at koma heim úr summarfrí, tá málini byrjaðu, og fyri ikki at hava gjørt viðmerkingarnar ímóti skuldsetingunum fyrr enn nú.
Gølurnar hava havt við sær, at stórar nýskipanir á útgúvingarøkinum og arbeiðsmarknaðinum, eru horvin í orðakiftinum um gølurnar.
Tað er ikki greitt, um nakar av verandi ráðharrum sleppur at halda fram í Kili, men vanligt evur verið, at fíggjarmálaráðharrin situr í fýra ár. Alberto Arenas er fíggjarmálaráðharri nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Kvørnin: "Future Sports", Baldur
209322
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207