Løgmaður leggur krans í Onglandi

Løgmaður leggur krans í Onglandi
Í morgin verður Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, staddur á minningarhaldi í Newcastle, nú 70 ár eru liðin, síðan seinni heimsbardagi endaði
 
09.05.2015 - 10:23

Minningarhaldið verður í donsku kirkjuni St. Nicholas Cathedral. 

Byrjað verður við gudstænastu, og síðani verða kransar lagdir á minnisvarða til heiðurs fyri donsku og føroysku sjómonnunum og fiskimonnunum, sum lótu lív undir krígnum.

Í fjør legði løgmaður ein krans við minnislundina í Lichfield í Onglandi, har umboð fyri bretska kongshúsið hvørt ár vísa sína samkenslu og minnast tey, sum lótu lív á sjónum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360