Løgtingskvinna: Bróstkrabbakanningar útsettar

Løgtingskvinna: Bróstkrabbakanningar útsettar
Fleiri kvinnur, ið eru viðgjørdar fyri bróstkrabba, hava fingið bræv um, at eftirkanningin er útsett, tí eingin lækni er, sigur Jóna Mortensen
 
13.05.2015 - 16:00

Jóna Mariusardóttir Mortensen í Sambandsflokkinum vil hava at vita frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, nær kvinnur, sum eru viðgjørdar fyri bróstkrabba, kunnu vænta, at skipanin við eftirkanning aftur fer at virka.

Jóna Mortensen hevur sett landsstýrismanninum fyrispurning um málið.

Eftirkanningar eru útsettar

Hon sigur, at fleiri kvinnur, ið eru viðgjørdar fyri bróstkrabba, hava fingið bræv um, at eftirkanningin er útsett, tí eingin lækni er.

Kvinnurnar hava bíðað upp í tveir mánaðir.

Jóna Mortensen sigur, at nógvar kvinnur ganga til eftirkanning hvønn mánað, og tí er undranarvert, at kvinnurnar verða sleptar upp á fjøll og ikki sleppa til hesa kanning. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938