Ógvuslig El Niño hóttir

Ógvuslig El Niño hóttir
Tríggir veðurstovnar siga við sama munn, at Kyrrahavið nú er so upphitað, at tað slepst ikki undan El Niño seinni í ár
Ógvusligt El Niño hóttir, ið kann elva til millum annað skerping í Asia, meta tríggir veðurstovnar
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
18.05.2015 - 08:03

Eitt ógvusligt El Niño er um at mennast og fer at raka í ár. Tað staðfesta trý av heimsins størstu veðurlagsinstituttum, National Ocean and Atmosphere Administration í USA, Veðurstovunurin í Japan og veðurstovnurin í Avstralia.

Stovnarnir siga einmælt, at Kyrrahavið er nú so upphitað, at tað slepst ikki undnan, at El Niño, ið kann elva til skerping og turk í støðum og ógvusligt áarføri og vatnflóð aðrastaðni á knøttinum.

Skaðar fyri nógvar milliardir í 1997 og 1998

Áður hevur El Niño fingið skyldina fyri millum annað ógvusligar vatnflóðir í Meksiko, skriðulop í Kalifornia og at avgrøðir eru oyðilagdar og at einki fekst burtur úr heystinum í Asian, vísir CNN á.

Ógvusligt El Niño var í 1997 og 1998, og bara í USA kostaði tað, sambært amerikonsku sjónvarpsrásini, millum 10 og 25 milliardir dollarar. Eitt veikari El Niño í 2009 elvdi til, at indiski summar monsunurin ikki var so harður sum vanligt.

India fekk ringasta skerping í 40 ár, og prísurin á sukuri hækkaði við risalopum. Trupulleikin kann eisini raka rísframleiðsluna í Asia, har 90 prosent av rísinum verður dyrkað.

Kann elva til skerping í Asia

Reuter skrivar, at El Niño, sum hóttir nú, kann elva til skerping i Asia og raka avgrøðirnar har, skrivar Ritzau. El Niño er spanskt og merkir dreingjabarn.

Sambært Danska veðurstovninum hevur veðurfyribrigdið fingið heitið, tí íbúgvar í Peru og Ekvador løgdu til merkis veika upphitin í havinum við Kyrrahavsstrondina, í eystara parti í Kyrrahavinum, á hvørjum ári við jóltíðir.

Fá ár eru millum El Niño, sum kemur í ymsiskari styrki. Fyribrigdið byrjar í havinum og í luftini, og elvir til, at yvirflatuvatnið í eystara Kyrrahavinum verður upphitað, og tað ávirkar veðrið í tropiska økinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Sunnudag 28. desember
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
202016
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862