Vilja hava ferðafólk at brúka gjaldkort

Vilja hava ferðafólk at brúka gjaldkort
Ferðavinnan í Noreg við sleppa av við reiðan pening. Ferðafólk skulu heldur gjalda við gjaldkortum, er ynskið hjá ferðavinnuni
Ferðafólk í Noregi skulu brúka gjaldkort heldur enn at rinda við reiðum peningi, heldur ferðavinnan í landinum
 
18.05.2015 - 09:31

Í grannalondum kunnu fyritøkur nokta fyri at taka ímóti reiðum peningin, og hildið verður, at rætturin at kunna rinda við leysum og seðlum verður fer at verða tikin av. Norska ferðavinnan mælir til somu broyting í Noreg.

Í 2013 svaraðu 47 prosent, at teimum dámar betur at brúka reiðan pening á caféum og matstovum. Tvey ár seinni er hetta talið minkað niður í 29 prosent, vísur spurnarkanningin hjá NHO-Reiseliv, ið sæst Et kontantfritt reiseliv.

- Nú mugu myndugleikarnir gera nakað, sigur Kai Olsen, sum er professari í informatikki, sambært NRK

Helvtin noktar at taka ímóti reiðum peningi

Kai Olsen heldur, at tað er løgið, at fyritøkur noyðast at taka ímóti reiðum peningi, sum er á veg í søguna, samstundis sum myndugleikarnir á øðrum økjum noyða vinnulívið til at brúka talgildar loysnir.

- Norski tjóðbankin og Fíggjarmálaráðið eiga at strika reglurnar um at takast skal ímóti reiðum peningi. Myndugleikarnir er líka so trekir, sum plátufeløgini vóru fyri 50 árum síðani. Tey halda aftur, tí tey halda, at vit líva í eini aðrari tíð, sigur Kai Olsen.

Av 333 stjórum í fyritøkum innan ferðavinnuna, svaraðu beint omanfyri helvtin av teimum, at tey høvdu nokta fyri at taka ímóti reiðum peningi, um tey høvdu loyvi til tað. Tey vísa á, at tað kostar at hava reiðan pening, - bæði avgjøld og tíð.

Verður hetta veruleiki, so fer tað eisini at minka um svartar pengar. Nrk skrivar, at í Danmark verður rætturin at rinda við reiðum peningini spakuliga skerdur og verður helst avtikin á nýggjárinum. Í Svøríki kunnu fyritøkur longu nú sýta fyri at taka ímóti reiðum peningi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659