Ferðsluóhapp á Sundi

Ferðsluóhapp á Sundi
Ein bilførari er farin á Landssjúkrahúsið til kanningar
Mynd: Rannvá G. Fossaberg  
 
22.05.2015 - 09:05

Um hálvgum níggju tíðina hendi eitt ferðsluóhapp millum Sund og Kaldbaksbotn. Tveir bilar koyrdu suðureftir, og tann aftari rendi upp í hin, og fór síðani oman í bilverjuna.

Løgreglan sigur, at førarin í øðrum bilum varð fluttur á Landssjúkrahúsið. Førarin í hinum bilinum fekk ongan skaða. 

Nógv ferðsla var í morgun, og hon steðgaði eitt skifti.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717