Spenningur um OPEC-fundin í morgin

Spenningur um OPEC-fundin í morgin
Tíðindi vilja vera við, at OPEC-londini fara ikki at minka ojusøluna, og tað fekk oljuprísirnar at lækka eitt vet í gjár
Mynd: AP  
 
04.06.2015 - 09:27

Bíðað verður í spenningin eftir úrslitinum av fundinum hjá OPEC, sum verður í morgin.

Arabiska blaðið, Al Hayat, sum kemur út í London, skrivar, at fundurin í OPEC fríggjadagin verður stuttur, og at londini fara at halda fram við síni verandi oljusølu.

Kundar ella høgir prísir

Blaðið skrivar eisini, at Saudiarabia ætlar ikki at minka oljusøluna, so leingi landið hevur keyparar til oljuna.

Og Saudiarabia umber seg við, hvussu týdningarmikið tað er at hava nøgdar kundar, heldur enn høgar prísir.

Í mai settu londini í OPEC met í oljusølu. Londini seldu næstan 32 milliónir tunnur av olju um dagin í síðsta mánaði, vísir ein uppgerð.

Kjarnorkuætlanin endurskoðast
Nú eru tríggjar vikur, til avtalan um kjarnorkuætlanina við Iran skal endurskoðast, og so verða tiltøkini ímóti landinum sett úr gildi.
Iran hevur longu boðað frá, at landið kann økja sína sølu av olju við einari miljón tunnum av olju um dagin, seks mánaðir eftir at tiltøkini eru sett úr gildi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659