Óvanliga nógvir hjartatilburðir í Finnlandi

Óvanliga nógvir hjartatilburðir í Finnlandi
Talið á ungum finnlendingum, ið eru deyðir av hjartatilburðum seinastu fimm árini, er næstan tvífaldað
Óvanliga nógvir ungir finnlendingar har norðuri í landinum doyggja av hjartasteðgi. Kostur kann vera orsøkin, verður mett
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
08.06.2015 - 08:11

Óvanliga nógvir ungir finnlendingar har norðuri í landinum doyggja av hjartasteðgi. Talið er næstan tvífaldað tey seinastu fimm árini, skrivar finska tíðindastovan, FNB.

Talan er um eina serliga sjúku, sigur Heikki Huikuri, professari í kardiologi, og sum granskar í júst hesi sjúkuni.

- Hetta er ein heilt serlig sjúka í norðurfinnlandi. So nógvir tilburðir av hesi sjúkuni eru ikki staðfestir aðrastaðni í landinum ella aðrastaðni í heiminum, sigur professarin sambært Ritzau.

Kostur kann vera orsøkin

Orsøkin, til, at so mong doyggja, sigst vera, at bindivevnaður savnast seg í hjartanum á teimum ungu, og tað elvir til hjartasteðg. Tað er ein gáta, hví bindivevnaðurin savnast í hjartanum, og hví so nógvir sjúkutilburðir eru í norðurfinnlandi.

- Kanska er orsøkin kostur, ella kann sjúkan standast av bruna í hjartavøddunum, sigur Heikki Huikuri, professari. Bindivevnaðurin, sum er orsøkin til hjartatilburðirnar, sæst ikki fyrr enn líkskurður er gjørdur, og eingi sjúkutekin eru, áðrenn ov seint er.

Universitetssjúkrahúsið í Uleåbborg hevur granskað í sjúkuni í meira enn 15 ár, og meira enn 4000 lík eru kannað, har deyðsorsøkin var brádligur hjartasteðgur. Í 140 førum var bindivevnaður savnaður í hjartanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678