Griksku bankarnir steingja

Griksku bankarnir steingja
Grisku bankarnir hava stongt í dag, og avmarkingar eru settar fyri, hvussu nógvan pening grikkar kunnu taka úr peningaautomatum
Fólk standa í bíðirøð í miðbýnum í Athen, eftir at bankarnir hava boðað frá, teir hava stongt til 6. juli
Mynd: AP  
 
29.06.2015 - 08:09

Bankarnir hava stongt til 6. juli, hava bankarnir stongt til 6. juli, hava griski forsetin og forsætisráðharrin boðað frá, sambært tíðindastovuni, AFP.

Grikkar sleppa í mesta lagi at taka 60 evrur út um dagin, tað eru umleið 450 danskar krónur. Avmarkingin er ásett, fyri at forða fyri, at allur peningurin ikki verður tikin úr bankunum, og hesir verða tømdir, skrivar Ritzau.

Bíðirøð við peningaautomatir

Bíðirøðir hevur verið við peningaautomatirnar í Grikkalandi seinastu dagarnar, tí fólk vilja hava pening sín úr bankanum, tí fíggjarstøðan í Grikkalandi er so ótrygg. Grikkar skulu á fólkaatkvøðu fimta juli at taka støðu til sokallaða lánipakkan úr ES.

Tilboðið úr ES var, sambært griska forsætisráðharranum, Alexis Tsipras, so vánaligt, at hann og stjórn hansara ikki høvdu heimild at góðtaka tað vegna griska fólki, skrivar NRK.

Hetta er fyrsta fólkaatkvøðan í Grikkalandi í 41 ár. Seinasta grikkar vóru á fólkaatkvøðu var í 1974, tá tey avtóku kongsveldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659