Tvørafólk fyrsta rætt til hentleikar í kommununi

Tvørafólk fyrsta rætt til hentleikar í kommununi
Ein kommuna hevur í ávísan mun rætt til at geva egnum borgarum frammíhjárætt til hentleikar og tænastur, sum ikki eru lógarkravdar.
 
01.07.2015 - 11:12

Tí hevur býráðið á Tvøroyri nú avgjørt, at fólk í Tvøroyrar kommunu hava fyrsta rætt til tænastur og hentleikar hjá kommununi, tí onnur hava ikki givið sítt íkast sum borgarar og skattgjaldarar. Løgfrøðingurin hjá Kommunufelagnum segði fyri góðum trimum vikum síðani, at kommunur kunnu nokta fólki at brúka tænastur, sum kommunan onga skyldu hevur at veita, tí eingin lóg krevur tað. Men grundgevingin fyri at nokta skal vera saklig, og limaskapur í eitt nú Sea Shepherd er ikki ein saklig grund fyri at nokta fólki at brúka almenn wc ella svimjihyl.

Kommunala eftirlitið sigur eisini, at tað er ikki ein saklig grundgeving at nokta limum í lógligum felasskapum atgongd til kommunalar hentleikar, tí meirilutin í kommunustýrinum er ósamdur við endamálið hjá felagsskapinum. Tvøroyrar býráð noktar ikki longur Sea Shepherd at brúka hentleikar hjá kommununi. 

Býráðið samtykti einmælt mánadagin at broyta samtyktina frá 22.mai. Tann samtyktin noktar Sea Shepherd atgongd til allar kommunalar hentleikar. Og nú sigur býráðið á Tvøroyri so, at fólk, sum eru skrásett í Tvøroyrar kommunu, hava fyrsta rætt til hentleikarnar hjá kommununi. Er pláss, kunnu onnur enn borgarar í kommununi sleppa fram at hentleikunum, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.

Hin avgerðin, sum býráðið tók tann 22.mai, stendur tó við. Sambært henni skulu øll, sum ætla sær inn á Trongisvágsfjørð, boða havnarmyndugleikanum frá minst 24 tímar frammanundan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. februar
Morgunlestur mánadagur 23.februar 2026
204592
Sunnudag 22. februar
Bolero
204621
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204619
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575