- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flýddur við prógvum um óhugnaligar vápnaroyndir
Ein norðurkoreanari, ið er lívevnafrøðingur og serfrøðingur í biokemiskum vápnum, er flýddur. Við sær skal hann hava prógv um, at Norðurkorea ger royndir við kemiskum evnum í fangalegum, verður sagt.
47 ára gamli norðurkoreanarin, ið bert verður nevndur við eftirnavninum Lee, skal vera komin til Finlands um Filipsoyggjarnar 6. juni.
Við sær hevur hann prógv um royndir, ið gjørdar eru við menniskjum, og prógvini fara at verða løgd fyri Evropa-parlamentið seinni í hesum mánaðinum.
Orsøkin til at maðurin flýddi skal vera, at hann var ivasamur um sína egnu gransking, sigur ein kelda, ið hevur samband við ein norðurkoreanskan mannarættindabólk. Tað skrivar suðurkoreanska tíðindastovan, Yonhap.
Finska blaðið Helsingin Sanomat hevur sett seg í samband við finska uttanríkisráðið, innanríkisráðið og finska útlendingastýrið, men eingin vil vátta ella avsanna upplýsingarnar um norðurkoreanaran.
Ljóðar trúligt
Helsingin Sanomat hevur tosað við amerikanska Norðurkorea-serfrøðingin Greg Scarlatoiu, sum eisini stendur á odda fyri mannarættindanevndini fyri Norðurkorea.
Hann heldur, at upplýsingarnar ljóða trúligar og samsvara við tað, hann áður hevur hoyrt um, at royndir verða gjørdar við fólki og evnafrøðiligum vápnum í norðurkoreanskum fangalegum.
Norðurkorea sigur seg EINGI evnafrøðilig vápn hava, men suðurkoreanska verjumálaráðið sigur, at Norðurkorea hevur bakteriur og virus - minst 13 sløg tilsamans - og teirra millum eru bæði miltbrandur og pokur.
Tað er ikki fyrstu ferð, at sagt verður frá óhugnaligum royndum í Norðurkorea.
Ein heryvirmaður, ið flýddi haðani einaferð í nítiárunum segði við enska blaðið The Telegraph í fjør, at hann í Norðurkorea sjálvur hevði sæð bæði børn og vaksin - ið bera brek - verða brúkt til royndir við bæði kemiskum og biokemiskum vápnum.
Enn hevur eingin tó kunna prógvað, at Norðurkorea ger slíkar royndir, men møguliga hevur norðurkoreanarin, ið skal vera komin til Finlands, prógvini við sær.