Sólorkuflogfarið kom ikki kring knøttin

Sólorkuflogfarið kom ikki kring knøttin
Á ferðini um Kyrrahavið frá Japan til Hawaii fekk battarískipanin skaða.
 
16.07.2015 - 10:08

Battaríini virkaðu væl, men bjálvingin gjørdi tey ov heit. Tað tekur tíð at finna røttu loysnina, og tí verður ikki flogið meira í ár, verður sagt.

Battaríini eru neyðug, tí flogið verður nátt og dag. Sólsellurnar geva flogfarinum orku um dagin og løða battaríini, sum geva el-motorunum orku um náttina.

Men sólorkuflogfarið hevur longu sett nøkur met.

Andre Borschberg, flogskipari, setti m.a. met á ferðini um Kyrrahavið, tá hann, uttan steðg, fleyg 7.200 kilometrar eftir 118 tímum - og sjálvsagt bara við sólorku.

Sólorkuflogfarið byrjaði ferðina í  Abu Dhabi 9. mars, og ætlanin var at flúgva jørðina runt í ár, men nú verður tað so ikki fyrr enn næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. mars
Vikuskiftið 7. mars 2025
188837
Fríggjadag 7. mars
Morgunlestur fríggjadagur 7. mars 2025
188662
Hósdag 6. mars
RagnarRokk 6.mars 2025
187255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766