Vaktarhaldið við markið skal styrkjast

Vaktarhaldið við markið skal styrkjast
Vaktarhaldið við markið millum Turkaland og Sýria verður styrkt, eftir at 30 fólk doyðu í einum sjálvmorðsbumbu-álopi í turkiska býnum Suruk
 
21.07.2015 - 15:35

Tað sigur turkiski forsætisráðharrin Ahmet Davutoglu.

Bumban í Suruk í gjár brast uttan fyri ein mentanardepil har nógv ungfólk vóru savnaði, ið ætlaðu sær til sýriska marknabýin Kobane, at hjálpa til at byggja býin uppaftur aftaná bardagarnar har millum kurdar og islamska statin, ið gjørdu eina miseydnaða roynd at taka býin.

Higartil hevur Turkaland gjørt rættiliga lítið við islamska statin, men hevur latið kurdarnar um stríðið ímóti islamistunum. 

Turkaland er tó farið at gera meira fyri at steðga hóttanini úr Sýria og Irak, og hildið verður, at hetta kann hava fingið islamistarnar at fremja sjálvmorðsbumbuálopið í Suruk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558