Grønlendskt flogfelag avlýsir enn fleiri ferðir

Grønlendskt flogfelag avlýsir enn fleiri ferðir
Flogfelagið, Greenland Express, avlýsir triðja árið á rað bíligar flogferðir til og úr Grønlandi. Nú hava kundarnir fingið nóg mikið av flogfelagnum
Greenland Express skuldi eftir ætlanini flúgva ferðafólk millum Danmark og Grønland alt summarið. Enn hevur felagið kortini ongan túr flogið
Mynd: Wikimedia-Commons  
 
04.08.2015 - 14:34

Greenland Express skuldi eftir ætlanini flúgva ferðafólk millum Danmark og Grønland alt summarið, men flogfelagið hevur ikki flogið nakran túr í summar.

Flogfelagið skuldi byrja flúgvingina 2. juli, men tað var síðani útsett til 14. juli og seinni til 27. juli. Nú er flúgvingin enn einaferð útsett, hesa ferð til 17. august.

- Ferðafólk í túsundatali noyðast annaðhvørt at avlýsa ferðina ella keypa dýrari ferðaseðil hjá øðrum feløgum, sigur Ole Kirchert Christensen, redaktørur, við jp.dk

Brúkaraumboðsmaðurin fingið klagur

Prísurin fyri ein ferðaseðil Danmark-Grønland og aftur kostar 3.750 krónur hjá Greenland Express meðan sami ferðaseðil kostar 7.423 hjá Air Greenland, altso tvífalt so nógv.

Avlýstu flogferðirnar hjá Greenland Express merkjast eisini hjá danska brúkaraumboðsmanninum, ið higartil hevur fingið tvær klagur. Tað er ikki óhugsandi, at fleiri koma.

- Vit arbeiða við tveimum málum, og tað kann ikki útihýsast, at fleiri onnur mál eisini koma, sigur Susanne Bager hjá Konkurrence- og forbrugerstyrelsen sambært jp.dk

Kannaðu møguleikan at flúgva til Føroya

Tað er ikki bert á flogrutuni millum Danmark og Grønland, at flogfelagið ætlaði at vinna pening við at bjóða bíligari ferðaseðlar enn kappingarneytarnir.

Felagið hevði eisini ætlanir um at flúgva til Føroyar, segði stjórin í Greenland Express, Gert Brask, við blaðið, check-in.dk, í desember í 2014.

- Vit fara ikki at sita hendur í favn, fer Greenland Express at flúgva til Føroya, segði Jørgen Holme, stjóri í Atlantic Airways, tá við Kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. apríl
Vikuskiftið 10 apríl 2026
206890
Fríggjadag 10. apríl
LEITISSTEIN 10.04.2026 (Guðrið Hansdóttir)
206883
Fríggjadag 10. apríl
RagnarRokk: John Macko um Zero-Point Machine
206871
Fríggjadag 10. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Ronja
206862
Fríggjadag 10. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 10.apríl 2026
206585
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843