- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland ætlar sær havleiðina við Norðpólin
Russland ætlar sær havleiðina við Norðpólin
Russland ger nú krav upp á havleiðina við Norðpólin. Russisku myndugleikarnir halda uppá, at talan er um russiska havleið

Russisku myndugleikarnir halda uppá, at havleiðin við Norðurpólin er russiskt øki. Russar gera tí krav upp á havleiðina við Norðurpólin
Mynd: AP
05.08.2015 - 10:01
Talan er um sama øki, sum Danmark gjørdi krav upp á í desmeber í fjør, skrivar danska TV2 við tíðindastovuni Barents Observer sum keldu.
Russiskir myndugleikar halda uppá, at talan er um russiskt øki. Russland hevur eftir drúgvar kanningar í fleiri ár, nú gjørt niðurstøðu í málinum, og hon er greið; talan er um russiskt øki.
Í desmeber í fjør gjørdi Danmark krav upp á 895.000 ferkilometrar av havøkinum við Arktis - eitt øki, sum gongur heilt upp til Norðurpólin.
Russland er tó ikki einasta land, sum krevur økið. Áður hava hava Noregi, Kanada og USA eisini kravt sama øki. Nú hevur so eisini Russland sagt, at talan er um russiskt øki.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV