Val skrivað út í Grikkalandi

Val skrivað út í Grikkalandi
Griski forsetin, Alexis Tsipras, hevur saman við stjórn síni lagt frá sær, og útskrivað nýval. Valið verður helst í september
Grikkar skulu á val aðru fer í ár. Grikski forsetin hevur skrivað út val, sum verður í september mánað
 
21.08.2015 - 08:04

Tað hevur við sær, at grikkar fyri aðru ferð í ár skulu á tjóðartingsval. Tsipras og vinstrasinnaði flokkur hansara, Syriza, vunnu stórsigur á valinum í januar, men longu nú kennir hann seg noyddan at útskriva val aftur.

Grikkaland hevur gjørt avtalu við altjóða kreditorar um búskaparliga hjálp. Tilsamans lænir Grikkaland 86 milliardir evrur.

Serstakliga Týskland hevur sett sum treyt fyri láninum, at grikska stjórnin setur víðfevnd nýskipanartiltøk í verk.

Grikski forsetin fær harða mótstøðu á valinum

Alexis Tsipras heldur, at fólki nú má taka støðu til, um hann hevur gjørt eina nóg góða avtalu fyri framtíðina hjá Grikkalandi. Tí segði hann í sjónvarpinum hóskvøldið, at tað er hansara moralska skylda at útskriva nýval.

Alexis Tsipras er enn vælumtóktur millum grisku veljararnar, men tað verður væntað, at hann fer at fáa harða mótstøðu í komandi vali, eisini frá fólki í sínum egna flokki.

43 av 149 tingfólkum hjá Syriza atkvøddu nevnliga ímóti ella valdu ikki at atkvøða fyri avtaluni, sum mátti fáa atkvøður fra andstøðuni fyri at blíva samtykt. Griska valið verður væntandi tann 20. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425