Enn eitt innbrot í eina kirkju í Føroyum

Enn eitt innbrot í eina kirkju í Føroyum
Innbrotini í fólkakirkjurnar í Føroyum halda fram. Í nátt varð peningurin aftur stolin úr kirkjubússunum, hesa ferð í Vágum
Í nátt vórðu tvær kirkjubússar tømdar í kirkjuni í Miðvági. Hetta er fimta innbrotið eftir einari viku í kirkjur í Føroyum
 
25.08.2015 - 11:23

Innbrotini í føroysku kirkjunum halda fram. Aftur í nátt hava innbrotstjóvar gjørt um seg, og í hesum førinum gekk tað útyvir eina kirkju í Vágum.

vp.fo skrivar, at óbodnir gestir í nátt hava verið á vitjan í kirkjuni í Miðvági. Tær báðar kirkjubússurnar vórðu brotnar upp, og peningurin í teimum stolin.

Hinar fýra kirkjurnar, brotið hevur verið inn í seinastu vikuna, eru kirkjurnar í Tjørnuvík, Norðskála, Hvannasundi og í Sandavági.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086