Tekur tíð at kanna 80 kilo av »hvítum pulvuri«

Tekur tíð at kanna 80 kilo av »hvítum pulvuri«
Tað tekur nakrar dagar at viga og greina tey 80 kiloini av hvítum pulvuri, sum vórðu funnin í einum leigaðum húsbili á Seyðisfirði týsmorgunin
Tvey fólk, ein maður og ein kvinna úr Niðurlondum, sum komu við Norrönu til Íslands, eru varðhaldsfongslað í 14 dagar, meðan málið verður kannað
Mynd: RUV  
 
10.09.2015 - 16:02

Tvey fólk, ein maður og ein kvinna úr Niðurlondum, sum komu við Norrönu til Íslands, eru varðhaldsfongslað í 14 dagar.

Posarnir við hvita pulvrinum vóru ikki serliga væl krógvaðir í bilinum, sambært íslendska kringvarpinum. Tað var tí lætt hjá tollarunum at finna posarnar.

Fáa lítið at vita um málið

Fjølmiðlarnir í Íslandi fáa annars lítið at vita um málið, sum verður sagt at vera størsta rúsevnismál í Íslandi.

Sambært myndugleikunum í Íslandi gjørdi samstarv millum løgreglu og tollvaldið í Íslandi og tollvaldið í Føroyum, at fólkini vórðu tikin, tá tey komu til Íslands úr Hirtshals.

Niðurlendingarnar hava einki tilknýti til Íslands, sambært íslendska kringvarpinum. Fólkini hava ongantíð verið har fyrr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947