5000 fólk um danska markið

5000 fólk um danska markið
Í minsta lagi 5000 flóttafólk eru seinastu vikuna komin um danska markið, verður mett
 
13.09.2015 - 16:12

Ein nýggj meting, sum danska løgreglan hevur gjørt, staðfestur, at í minsta lagi 5.000 flóttafólk og migrantar eru komin um markið til Danmark síðani 6. september, tað vil siga seinastu víkuna. Tað sæst á heimasíðuni hjá DR.

Talið byggir á metingar hjá løgregluni í Suðursælandi og Suðurjúlland, ið hevur løgreglufólk við markið. Markið millum Danmark og Týskland er annars schengen øki og tí er eingin skráseting av, hvør ferðast millum londini longur. 

Nýggju tølini koma óvart á danskar miðlar, tí løgreglan frammanundan hevði boðað frá, at hon var givin at meta um talið av flóttafólkum. Grundgevingin fyri at gevast var, at ov torført var at meta um rætta talið. 

Danski løgmálaráðharrin, Søren Pind, skrivar í dag á twitter, at hann væntar eisini eina uppgerð av, hvussu nógv av flóttafólkunum fara av landinum aftur til eitt nú Svøríkis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762