Lágur oljuprísur sæst aftur í innflutninginum

Lágur oljuprísur sæst aftur í innflutninginum
Innflutningurin av brennievni er minkaður 182 milliónir kr. fyrstu sjey mánaðirnar
 
18.09.2015 - 13:20

Innflutningurin fyrstu sjey mánaðirnar í ár var 347 milliónir kr. minni, enn somu tíð í fjør, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Lági oljuprísurin ger stóran mun, tí innflutningurin av brennievni minkaði við 182 milliónum kr., svarandi til 26 prosent.

Innflutningurin av flogførum og skipum minkaði við 85 prosentum, og av maskinum og amboðum við einum triðingi.

Harafturímóti vaks innflutningurin av rávøru til fiskavirking við 52 prosentum, og innflutningurin av bilum vaks við 21 prosentum, vísir uppgerðin hjá Hagstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659