Grundgeving at nokta fylgjara skal vera skrivlig

Grundgeving at nokta fylgjara skal vera skrivlig
Løgtingsins umboðsmaður vil hava Landssjúkrahúsið at broyta siðvenju í sambandi við fylgjara, tá sjúklingur skal viðgerast uttanlands
 
23.09.2015 - 11:31

Landssjúkrahúsið kann ikki uttan nakra grundgeving nokta sjúklingum at hava onkran við sær, tá tey noyðast av landinum til viðgerðar.

Løgtingsins umboðsmaður hevur biðið Landssjúkrahúsið broyta siðvenju og geva sjúklingum, sum ikki fáa nakran at fylgjast við sær av landinum, skrivliga grundgeving fyri at nokta.

- Eg haldi, at tað er sera átaluvert, at Landssjúkrahúsið, hóast fleiri áheitanir frá Føroya Kærustovni, ikki hevur gjørt nakra roynd at bøta um hesi viðurskifti, sigur Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins umboðsmaður. 

Sambært Heilsumálaráðnum er siðvenjan hjá Landssjúkrahúsinum at geva munnliga grundgeving og bara skrivliga, tá biðið er um tað.

Kærustovnurin sigur, at hann ofta hevur gjørt Landssjúkrahúsið vart við, at tað er óheppið fyri kæruviðgerðina, at avgerðirnar eru munnligar, tí tað seinkar viðgerðini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329